Nýggjastu tíðindi

24/06/2019

Super well uppgáva


Malena Olsen og Maria Josephsen fara komandi mánaðirnar at mynda samskiftið hjá Klaksvíkar kommunu í tøttum samstarvi við samskiftiseindina hjá Klaksvíkar kommunu.

Verkætlanin hjá Klaksvíkar kommunu Ung í arbeiði (UÍA) hevur aftur í ár ment seg soleiðis, at tey ungu í kommununi nú gjøgnum ein nýggjan starvsportal sjálvi kunnu finna sær eitt hóskandi starv. Hesin møguleikin skal geva teimum ungu royndir í at sjálvi seta seg í samband við arbeiðsgevaran og samstundis liva upp til tey krøv, sum arbeiðsgevarin setur.

Malena og Maria hava tikið av hesum nýggja møguleikanum, tí tær hildu, at uppgávan á samskiftiseindini hjá Klaksvíkar kommunu sá spennandi út.

- Vit valdu at royna hetta starvið, tí tað kundi væl hent seg, at tað júst er hendan starvsleiðin, ið fer at mynda okkara framtíðarstarv, siga Malena og Maria.

Komandi mánaðirnar fara Malena og Maria at taka sær av nýggja Instagram-profilinum hjá Klaksvíkar kommunu, har tær m.a. fara at luttaka til tiltøk, sum kommunan skipar fyri. Eisini fara tær at gera annað virksemi og hendingar í kommununi sjónligt. Í fyrstu atløgu fer teirra íkast at gerast sjónligt á tíðarrenslinum á sosialu miðlunum hjá kommununi.

Malena og Maria siga, at hetta er ein super well uppgáva. Tær greiða frá, at tær longu hava verið við til fyrsta kommunala tiltakið, og hava fingið fleiri fylgjarar á Instagram, men at málið sjálvandi er, at fáa enn fleiri fylgjarar.

-Vit ynskja at vísa øllum, hvussu well Klaksvík er, og fara serliga at vísa teimum ungu í okkara aldursbólki øll tey ymisku tilboðini og støðini, kommunan hevur at bjóða, siga tær at enda.

Klaksvíkar kommuna ynskir Malenu og Mariu vælkomnum.

Klaksvíkar kommuna á Instagram: @Klaksvík_kommuna

 

Nýtt í kommununi

Sambýlið í Bøgøtu verður umskipað
19/11/2019

Seinnapartin í gjár fingu níggju starvsfólk hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu prógv í samband við skeiðsvirksemi í demenssjúkum. Ske… Les meira »

Skattalistin 2018 liggur alment frammi
18/11/2019

Skattalistin 2018 liggur til alment eftirlit í Miðlan frá 18. november til mánadagin 2. desember 2019. Les meira »

Graviarbeiðið heldur fram eftir Heygavegi
18/11/2019

Grivið hevur verið eftir Garðavegi og nú verður hildið fram eftir Heygavegi. Talan er um arbeiðið, sum verður gjørd í pørtum, og f… Les meira »

Vís fleiri