Tíðindi

24.06.2019
Søguligur býráðsfundur í Mikladali

Seinasti býráðsfundurin fyri summarsteðgin, ið skuldi verða 27. juni kl. 17:30, verður útsettur til 1. juli kl. 17:30. Býráðsfundurin verður hildin í Avhaldshúsinum í Mikladali.

Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð verður býráðshøllin í Klaksvík ikki karmur um býráðsfundin. Tó hava øll møguleika at fylgja fundinum, tí fundurin verður stroymdur, sum vanligt er.

Býráðsfundir eru almennir, men av tí at Avhaldshúsið ikki er so stórt, verður helst avmarkað, hvussu nógvir áhoyrarar sleppa inn, men tey sum møta, eru sostatt partur av einum søguligum býráðsfundi.

 

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku