Tíðindi

25.06.2019
Snjallabjalla søkir eftir fýra námsfrøðingum

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Snjallubjallu at byrja 19. August 2019.

Vit sóknast eftir:

·       Fýra námsfrøðingum millum 25 og 28 tímar um vikuna.
·       Herav tveir námsfrøðingar til Snjallubjallu og tveir námsfrøðingar til sertilboðið í Skákinum.


Í Snjallubjallu leggja vit dent á, at skapa eitt mennandi og gott umhvørvi/stað  at vera í. Vit leggja m.a. dent á:

·       Skikkað starvsfólk. Tað merkir – sjónlig, jalig og virkin starvsfólk, sum í góðum samstarvi eru skapandi og duga at seta seg inn í tørvin hjá einstaka barninum.

·       Gott sosialt umhvørvi. Tað merkir, at øll laga seg eftir hvørjum øðrum við ábyrgd og virðing. At hvør einstakur fær umsorgan og tryggleika. At børnini kunnu spæla saman uttan mun til aldur, kyn, áhuga og at dentur verður lagdur á frið og samljóð.

·       Dialog. Tað merkir, at sjónskt og skapandi samstarv er millum foreldur, skúla og frítíðarstovn. At eitt gott og samskipað kunningarstøði er millum skúlan og frítíðarstovnin.

·       Fysiskar karmar. Tað merkir, at karmar um og innihald á frítíðarstovninum verða vird. At rásarúm er til ymisk ítriv í tryggum kørmum og at pláss er fyri tí einstaka.

Sum starvsfólk skalt tú, saman við børnunum, seta ting í gongd og harvið vera partur av at gera dagin í frítíðarstovninum spennandi og mennandi. Í Skákinum skal arbeiðið leggjast til rættis eftir tørvinum hjá børnunum, sum koma at vera har og havast skal í huga, hvat tey megna og hvussu nógv tey megna.

Lønar- og setanartreytirnar eru sambært sáttmálan millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag (KAF) og Føroya Pedagogfelag.


Umsókn:

Umsókn saman við prógvi og viðmælum skal sendast til Snjallabjalla, Skúlavegur 1, 700 Klaksvík ella snjallabjalla@klaksvik.fo. Umsóknarfreistin er mikudagin 10. Juli.


Um frítíðarskúlan Snjallabjalla
Snjallabjalla húsast á Skúlavegi 1, í Batmintonhøllin og í Skákinum, har okkara serstova er. Snjallabjalla hevur opið frá kl 11.00 til 17.00 og er starvstíðin í hesum tíðarskeiði. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Beintu Klakstein, leiðara á tlf 218878. Tú kanst eisini vitja okkum á www.snjallabjalla.fo. Um eingin eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. 

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars