Tíðindi

24.07.2019
Kunning um skúlabyggingina

Hóast arbeiðið nú gongur væl, so verður skúlin ikki liðugur til skúlabyrjan í august í ár. Hálvan september fæst nærri at vita, nær vit kunnu taka fyrsta byggistig í nýtslu

 

Skúlabyggingin á Skúlatrøð er størsta einstaka íløga, sum Klaksvíkar kommuna nakrantíð hevur gjørt. Arbeiðið við at byggja skúlan hevur drigið út, serliga orsakað av marknaðarviðurskiftum, og ferðini í samfelagnum, har stórur tørvur hevur verið á arbeiðsmegi. Burtursæð frá tí, hevur arbeiðið gingið væl, og dygdargott arbeiði er gjørt. Hóast tað ikki manglar nógv í at fáa fyrsta byggistig liðugt, so mugu næmingar og lærarar brynja seg við toli í eitt stutt tíðarskeið aftrat.

Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini sigur, at hon sjálvandi harmast um, at arbeiðið ikki verður liðugt til skúlabyrjan, men fegnast um, at arbeiðið við fyrsta byggistigi nú veruliga nærkast einum enda. Fleiri skúlastovur eru komnar heilt langt, og um stutta tíð kunnu næmingar og lærarar njóta nýggju umstøðurnar á Skúlatrøð.

Vit kunnu eisini gleðast um, at vit í arbeiðsgongdini eisini hava tikið meiri við, so eitt nú atkomuviðurskiftini til bilar og parkering eru vorðin munandi betri, enn upprunaliga var partur av fyrsta byggistigi, og harafturat hava vit fingið nýggjar og tíðarhóskandi karmar til serdeildina, sigur Beinta Klakstein, forkvinna.

- Lærarar, næmingar og foreldur hava verið sera tolin, og eri eg ómetaliga fegin um tað, tí henda stóra verkætlan hevur kravt nógv av starvsfólkunum, sum veruliga hava gjørt eitt gott arbeiði, hóast umstøðurnar hava verið merktar av, at ein stór bygging er farin fram, sigur Beinta Klakstein.

Neyvari kunning um, nær fyrst byggistig verður liðugt, og klárt er at flyta inn, verður givin um hálvan september.

 

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku