Tíðindi

11.07.2019
Norðoyingar stórtrívast á oyggjaleikum

Tað kann ikki sigast annað enn, at umboðini úr norðurøkinum hava klára seg væl á Gibraltar, nú vit eru komin gott og væl hálvan veg við leikunum.

Signhild Joensen hevur higartil fingið tvær gull við sær upp úr hylinum í ávíkavist 100 og 200 metrar ryggsvimjing, meðan Alvi Hjelm hevur vunnið eina gull í 400 metrum blandað. Hartil hevur Alvi eisini vunnið eina silvur og eina bronsu.

Systkini Rebekka Trygvadóttir og Rókur Trygvason eru úr Leirvík, men hava ótalligar tímar í svimjihøllini í Klaksvík, tí tey eru partur av Ægir. Rebekka hevur vunnið eina bronsu í einstaklingakapping, meðan Rókur var serstakliga tætt við bronsuplássið í 100 metra frísvimjing.

- Tað er frálíkt at síggja, at nógvu tímarnir hjá hesum ungu fólkunum í svimjihøllini í Klaksvík geva úrslit, sigur Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevndini, sum umboðar Klaksvíkar kommunu á Gibraltar.

Rebekka Fuglø úr Treysti hevur higartil luttikið í 1500 og 5000 metra renning, og fríggjadagin verður yndisgreinin hjá henni, sum er 800 metrar. Rebekka vann silvur á 1500 metrum og í kvøld eitt óvæntað bronsumerki á 5000.

Í gjár varð vitjað í høllini, har tey spæla kurvabólt, og hóast teir møttu sera sterkari mótstøðu av Saarema, so greiddu fólkini í høllini frá stóru menningini, sum sæst frá leikunum seinast. Petur Ovi Mørkøre úr Klaksvík er ein av ungu monnunum á føroyska liðnum, og eftir ætlan skuldi Rainer Latupeirissa, sum er ein av eldsálunum handan kurvabóltin í Klaksvík, verið við eisini, men tað vístu seg at vera avbjóðingar við loyvum hjá føroysku kurvabóltsleikarunum, sum ikki eru føddir í Føroyum. Kurvabóltur í Klaksvík og í Føroyum sum heild hevur í løtuni eina sera góða tilgongd av ungum leikarum, har feløg stinga seg upp í øllum landinum.

Lena Maria Joensen úr Klaksvíkar Badmintonfelag spældi í dag einstaklingakapping í badminton. Hóast hon ikki er av royndastu leikarunum á føroyska liðnum, megnaði hon í tveimum umførum at koppa sterkari mótstøðu, men mátti lúta í kvartfinaluni ímóti høgt styrkismettu Jessicu Li av Man.

Í morgun varð eisini vitjað á skjótibreytini, sum uttan iva eru bestu umstøðurnar, ið eru til nakra ítróttargrein á Gibraltar. Talan er um heilt nýggja breyt, sum er bygd inn í eina fjallasíðu. Á takinum er sjálv breytin, har møguleiki er til fleiri greinar av byrsuskjóting, meðan felagshøli og líknandi eru í niðaru hæddini.

- Vónandi fer at bera til at koma longri við ætlanunum í skjótibreyt í Klaksvík, so at møguleiki verður at hava íðkarar í hesari grein úr Klaksvíkar kommunu til einar komandi oyggjaleikir, sigur Signhild V. Johannesen.

Tveir dagar eru eftir av oyggjaleikum, og helst er seinasta heiðursmerkið til okkara øki ikki komið enn.

 

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars