Tíðindi

12.07.2019
Til lukku Føroyar

Oyggjaleikirnir 2019 á Gibraltar eru nú um at vera av. Seinastu føroysku luttakararnir hava verið í eldinum og úrtøkan gjørdist tilsamans 22 gull, 11 silvur og 27 bronsur, sum tilsamans gevur eitt triðja pláss aftan fyri Jersey og Man.

- Tað er hugtakandi og gevur íblástur at síggja øll hesi føroysku ítróttarfólkini, fáa úrslitini eftir miðvísa venjing. Tað er ymiskt, hvørjum støði tey eru á, men tað virkar sum at flestu ítróttargreinarnar hava nógv at vera errin og fegin um, sigur Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevndini, sum hevur umboðað Klaksvíkar kommunu á oyggjaleikum.

Flestu føroysku heiðursmerkini komu í svimjing, har klaksvíkingarnir Signhild Joensen og Alvi Hjelm í fleiri umførum skaraðu framúr, men hinir svimjararnir úr Ægir, Rókur Trygvason, Rebekka Trygvadóttir og Barbara Debes fingu somuleiðis góð úrslit.

Ein ítróttargrein, har málsetningurin var eitt sindur lægri, er kurvabóltur. Føroysk ítróttarsøga varð nevniliga skrivað í gjár, tá kurvabóltslandsliðið á fyrsta sinni vann ein dyst á oyggjaleikum. Petur Ovi Mørkøre spældi ein part av søguliga dystinum, har hann vann føroyska liðnum nøkur góð stig.

Seinastu kappingarnar vóru í frælsum ítrótti, har genturnar úr Norðoyggjum runnu seg til fleiri heiðursmerki. Fyrst fekk Rebekka Fuglø silvur í 800 metra renning, so hon kom upp á tvær silvur og eina bronsu tilsamans, meðan Maria Biskopstø gjørdist nummar 5 í somu renning. Lítla løtu seinni fór Maria sum tann seinasta á føroyska liðnum um málið í fýra ferðir 400 metra stafettini, har hon, Oddvør Josephsen, Margit Fríðmundsdóttir og Alda S. Lamhauge megnaðu at vinna bronsu.

- Einar oyggjaleikir við fleiri royndum og nýggjum føroyskum ítróttarstjørnum eru farnar afturum. Vónandi kunnu komandi umstøður í Klaksvík vera við til at skapa enn fleiri, sigur Signhild V. Johannesen.

Hon leggur afturat, at tað er stuttligt at hoyra hvussu væl umboð fyri ymisku ítróttargreinarnar hava tikið ímóti fráboðanini um fleiri kappingar upp undir Norðoyastevnu næstu ferð, har fleiri hava nevnt hvussu gott tað er at geva íðkarunum fleiri kappingar at arbeiða fram ímóti, sum gerast enn størri, tá fleiri ítróttargreinar eru í senn.

Størsti parturin av føroyska ferðalagnum fer úr Gibraltar í kvøld og lendir í Vágum tíðliga í morgin. Vit takka fyri hesaferð og síggja fram til Oyggjaleikirnar á Guernsey í 2021.

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu