Tíðindi

16.07.2019
Borðoyarvík skal ruddast

Í næstum byrjar arbeiðið at útstykkja ídnaðarøkið Undir Hamri, men áðrenn tað kann byrja, skal merkta økið vera ruddað.

Tí verður heitt á eigarar av bátum og øðrum lutum, sum standa á merkta økinum við bátahylin í Borðoyarvík, um at flyta teir av økinum aðren 31. juli. Lutir, sum framvegis eru á økinum eftir 31. juli 2019, verða burturbeindir fyri eigarans rokning.

Tað er J & K Petersen sum fer at útstykkja teir 15.000 fermetrarnar fyri Klaksvíkar kommunu, umframt eisini at tilgerða umstøðurnar kring bátahylin og í mun til ljós-, parkerings- og ferðsluviðurskifti. Arbeiðið vantast at byrja 1. august.

 

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars