Tíðindi

16.07.2019
Starvsfólk til Húsið

Ynskir tú eitt spennandi, lívligt og avbjóðandi starv, so eru tvey leys størv á ávíkavist 20 og 25 tímar leys at søkja í Húsinum.

Ungdómshúsið læt upp í nýggjum hølum í miðbýnum í 2018. Talið á vitjandi er vaksið nógv, og skjótt kundi staðfestast, at hølini vóru ov lítil. Á Norðoyastevnu í ár flutti eldri bólkurin í Húsinum út í Dávavirkið. Sostattt húsast Húsið á tveimum ymiskum matriklum.

Uppgávurnar í Húsinum eru spennandi og fjølbroyttar, og sum starvsfólk í Húsinum kanst tú gerast partur av einum arbeiðsplássið, sum áhaldandi arbeiðir við at menna tilboð til børn og ung í Norðoyggjum.

HÚSIÐ
Er frítíðartilboð til børn og ung í aldrinum 10 - 18 ár. Upplatingartíðirnar eru skipaðar í tveimum aldursbólkum, soleiðis at vit hava opið fyri 3. – 7. flokki um dagin og fyri 8. flokki til 18 ár um kvøldið.

Í Húsinum vilja vit geva børnum og ungum eitt frítt og opið stað at royna nýggjar leiðir í einum stuttligum og stuðlandi umhvørvi. Tað skal kennast væl og mennandi hjá øllum at vera í Húsinum, og sum starvsfólk skalt tú vera við til at skapa hetta virkna, inkluderandi og fjálga umhvørvið.

ARBEIÐSUPPGÁVUR OG FØRLEIKAKRØV
Sum starvsfólk í Húsinum verður tú partur av virkna og fjølbroytta gerandisdegnum í Húsinum saman við teimum ungu. Tí hava tínir eginleikar og tín persónligheit minst líka stóran týdning, sum tín møguliga útbúgving. Tú ert innbjóðandi, forvitin og inkluderandi, og tú dugir bæði at uppsøkja og seta stuttlig ting í gongd, líkasum tú eisini
eggjar teimum ungu til sjálvi at brúka sítt hugflog. Í nýggjum hølum verður tú við at byggja upp virksemið í Húsinum av
nýggjum, og hetta krevur dirvi, hugflog og opinleika.

SETANAR- OG LØNARVIÐURSKIFTI
Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag. Møguligt er at áseta tímatal fyri hvørt starv sær í samráð við tann, ið sett/ur verður. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi við seinnaparts-, kvøld- og vikuskiftisvaktum.
Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Beintu Á. Gregersen, leiðara á tlf.: 28 18 10

UMSÓKN 
Umsókn við møguligum prógvum og fylgisskjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. juli 2019 kl. 12.00. Send til beinta@klaksvik.fo ella til:
Klaksvíkar kommuna
Nólsoyar Pálsgøta 32
Postsmoga 2
710 Klaksvík

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu