Tíðindi

13.09.2019
SEV dagførir elkervið í Norðurøkinum

Virksemið í Norðurøkinum veksur, og hetta setir krøv til elkervið hja SEV. Hetta førir m.a. við sær, at SEV nú grevur fyri elkaðalum frá verkinum á Strond heim ígjøgnum býin og til Norðoyatunnilin. Mánadagin 16. september verður grivið á Garðavegi og suður til Fjósabrekku. Gravast skulu 300 metrar, og væntandi fer arbeiðið at vara í uml. 5 vikur.

Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við Klaksvíkar kommunu og Føroya Tele. Føroya Tele fer at leggja fipurkaðal í Garðaveg, umframt at Klaksvíkar kommuna fer gera rørarbeiði og vatnfrárensl.

Miðað verður ímóti at órógva íbúgvararnar sum minst, og vegurin verður tí ikki stongdur í hesum tíðarskeiði. Tó kann væntast, at ferðslan verður tarnað, og mælt verður til at vísa varsemi.

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu