Nýggjastu tíðindi

09/10/2019

Dagføring av serstøku byggisamtyktini fyri miðbýin


Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broytingar í serstøku byggisamtyktina fyri E1 miðbýin, lagt fram til alment eftirlit:

Mál nr. 17/01397

Dagføring av serstakari byggisamtykt fyri E1 miðbýin, øki C og D:
Í økisparti C verður voksið um byggifelt 9, samstundis verður mest loyvda byggihædd sett niður til 7,5m, ið áður var 11m. Við hesi broyting verður ein minkan av byggifelt 10.
Nýtsluendamálið í økisparti D og byggifelt 14 verður broytt frá at verða miðstaðar-, bústaðar-, og
almenn endamál, til parkerings-, tøkni-, og almenn endamál.

Í tíðarskeiðinum frá 8. oktober 2019 til 29. oktober 2019 liggja broytingarnar frammi til alment eftirlit í Miðlan og á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo/395 

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 19. november 2019.


Klaksvík 8. oktobur 2019
Klaksvíkar Býráð

Nýtt í kommununi

Væleydnað Torravika
24/02/2020

Nógv ymisk tiltøk hava verið á skrá, og hava tey verið væl vitjaði øll. Talan hevur verið um ein rúgvusmikla skrá við heili 56 ymi… Les meira »

Trolmenn og rækjuvinnan
21/02/2020

Leygardagin kl. 15.00 verða trý ymisk innsløg í miðhøllini á Skúlatrøð. Víst verður brot úr filminum Trolmenn, sum sjónvarpssnilli… Les meira »

Torrarenning og Heilsukafé á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
20/02/2020

Eitt spennandi torravikuskifti stendur fyri framman við hópina á skrá. Torrarenning og heilsukafé á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, har tú… Les meira »

Vís fleiri