Tíðindi

12.11.2019
Námsfrøðingur til Barnahúsið Margit

Klaksvíkar kommuna søkir eftir einum námsfrøðingi til Barnhúsið Margit. Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða í vøggustovu, og starvstíðin er 30 tímar um vikuna.

Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur við tveimum vøggustovum, tveimum barnagarðsstovum og eini serstovu. Barnahúsið Margit er normerað til 66 børn.

Barnhúsið Margit hevur eina menningarætlan, sum er grundarlagið undir námsfrøðiliga arbeiði, harumframt síggja vit stórt virði í viðurkenning og inklusión í okkara arbeiði. Les meira um menningarætlanina her: https://www.klaksvik.fo/dagstovnar

 

Vit vænta, at tú, sum søkir:

·         hevur ein savnandi hugburð
·         ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
·         leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
·         sært møguleikar í øllum børnum
·         vilt vera við til at mynda stovnin námsfrøðiliga
·         ert tilvitað/ur um menningina fyri tað einstaka barnið
·         ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv
·         vilt arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin

 

Setanarviðurskifti:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF). Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Mari E. Kjølbro, leiðara, á telefon 284530 ella umvegis teldupost: margit@klaksvik.fo.  

 

Umsóknir:
Umsókn saman við prógvi, cv og øðrum viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. desember 2019. Send umsóknina til margit@klaksvik.fo, ella sum bræv til:

  

Barnahúsið Margit                                
Traðargøta 31                                       
700 Klaksvík                    
tlf: 284530

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars