Nýggjastu tíðindi

03/12/2019

Skúlaflokkur av Argjum vitjaði borgarstjóran


Seinnapartin í dag var ein 9. flokkur frá skúlanum á Argjahamri og vitjaði Klaksvíkar kommunu., Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og hevði eina framløgu fyri næmingunum, ið annars vóru á seturskúla í Klaksvík. Millum spurningarnar, ið borgarstjórin fekk í dag, var millum annað, hví ein heldur skal búseta seg í Klaksvík enn í Havn.

Borgarstjórin greiddi annars frá, hvussu býráðslimirnir eru skipaðir í nevndir og býráð, har avgerðir verða tiknar, hvussu borgarstjórin verður valdur, umframt hvat umsitingin í Klaksvíkar kommunu tekur sær av.

Eisini varð komið inn á ymiskar spennandi verkætlanir í býnum, so sum miðbýðarætlanin, ítróttardepilin og nýggi skúlin á Ziskatrøð, ið verður liðugur mánaðarskifti mars/apíl.

Eftir framløguna og spurningar frá næmingum, fingu næmingar okkurt søtt aðrenn tey fóru víðari.

Nýtt í kommununi

Sambýlið í Bøgøtu verður umskipað
19/11/2019

Seinnapartin í gjár fingu níggju starvsfólk hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu prógv í samband við skeiðsvirksemi í demenssjúkum. Ske… Les meira »

Skattalistin 2018 liggur alment frammi
18/11/2019

Skattalistin 2018 liggur til alment eftirlit í Miðlan frá 18. november til mánadagin 2. desember 2019. Les meira »

Graviarbeiðið heldur fram eftir Heygavegi
18/11/2019

Grivið hevur verið eftir Garðavegi og nú verður hildið fram eftir Heygavegi. Talan er um arbeiðið, sum verður gjørd í pørtum, og f… Les meira »

Vís fleiri