Tíðindi

17.01.2020
Samskipari til Ung í arbeiði

Hevur tú áhuga í samfelagsligum viðurskiftum, og bankar títt hjarta fyri okkara ungu borgarum? So møguligt hjá tær at søkja eitt spennandi starv sum samskipari, har uppgávan er at menna og útinna Ung í Arbeiði verkætlanina hjá Klaksvíkar kommunu.

Seinastu tvey árini hevur Ung í arbeiði verkætlanin verið í einari menningargongd, har arbeitt hevur verið við at finna ein tíðarhóskandi leist, ið best hóvar øllum luttakandi pørtum. Størsta broytingin ið er farin fram, er: 

1)    Ung í arbeiði er opið alt árið
2)    Arbeiðsplássini, ið luttaka, endurspegla ymisku arbeiðsmøguleikarnar á lokala arbeiðsmarknaðinum
3)    Tey ungu, ið ynskja at luttaka, verða hoyrd til eina innleiðandi starvssamrøðu hjá Ung í arbeiði

 

Starvsinnihald og  -karmar

Sum samskipari av Ung í arbeiði hevur tú ábyrgd av, at: 
·       Fyrireika framtíðarinnar avbjóðingar við at søkja nýggjastu vitanina innan økið
·       Samskipa ymisku tiltøkini fyri ung og arbeiðsplássini, ið eru knýtt at verkætlanini
·       Umsita heimasíðuna, Instagram vangan og aðra miðling av Ung í arbeiði
·       Uppbyggja samstørv við lokal arbeiðspláss og aðrar aktørar av áhuga
·       Samskifta og føra starvssamrøður við tey ungu, ið ynskja at luttaka í verkætlanini
·       Framyvir eftirmeta og planleggja innihaldið í verkætlanini í tøttum samstarvi við fyrisitingina í kommununi.

 

Tín vangamynd

Leitað verður eftir umsøkjara, ið hevur førleikar á hesum økjum:

·       Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla t.d. cand.mag.psyk.pæd, cand.scient.anth., cand.pæd.psyk ella líknandi
·       Líknandi, viðkomandi útbúgving saman við royndum
·       Vitan innan verkætlanarleiðslu og kunnleika til fyrisitingarligt arbeiði 

Setanarviðurskiftir
Starvið er 30 tímar um vikuna og verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag. Freistin at søkja starvið er tann 31. januar. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, eins og viðkomandi royndir kunnu vera ein fyrimunur.

Upplýsingar um starvið
Hevur tú spurningar um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við: John Færø, trivnaðarstjóra. Tlf.nr. 222216 ella á telduposti jf@klaksvik.fo

Umsóknin skal sendast til:
Klaksvíkar kommuna, Nólsoyar Pálsgøta 32 Postboks 2, FO-700 Klaksvík ella sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo. Viðmerk umsóknina “Ung í arbeiði”.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy