Tíðindi

21.01.2020
Graviarbeiðið hjá SEV heldur fram norðureftir

Graviarbeiðið ígjøgnum Klaksvíkina heldur fram. Farið er nú undir at grava norðanfyri gamla Vallaraheimið, norðureftir Garðavegi, víðari eftir Skáltavegi og norður um Nema.

SEV ger leiðingina ígjøgnum býin, og Føroya Tele og Klaksvíkar kommuna nýta høvið til ávikavist at gera dagføringar og ábøtur á kloakkskipanina.

Arbeiðið fer væntandi at taka nakrar mánaðir og kemur at tarna ferðsluni nakað, men hóast hetta verður vegurin ikki stongdur. Fólk verða biðin um at vísa varsemi.

SEV, Klaksvíkar kommuna og Føroya Tele

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars