Tíðindi

27.03.2020
Innsavningin av hvítum og reyðum posum verður tikin uppaftur

IRF boðar frá á síni heimsíðu, at frá í næstu viku at rokna verður innsavningum av hvítum posum tikin uppaftur í øllum økinum hjá IRF. Innsavningin av reyðum posum verður eisini tikin uppaftur í næstu viku.

Vit mæla framvegis til, at tit fylgja tiltøkunum niðanfyri:

  • Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. IRF viðmælir at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.
  • Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri. Nær verður posin heintaður? Sí meira her.
  • Hugsið um hondreinførið, tá ið tit binda um gráa posan.
  • Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.
  • Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vil IRF staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega.
Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars