Tíðindi

28.03.2020
Earth Hour í Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna stuðlar átakinum Earth Hour. Tí fer kommunan at sløkkja gøtuljósini í kvøld í 1 tíma, fyri at seta sjóneykuna á umhvørvið og jørðina.

Leygardagin 28. mars hava tit øll møguleika fyri at vera við í hesum átaki. Tað einasta tit skulu gera, er at sløkkja ljósini í ein tíma frá kl. 20.30-21.30.

Samstundis vilja vit heita á allar borgarar, bæði tey í bili og til gongu, um at vera eyka varin hesa løtuna ljósini eru sløkt.

Fyrireikararnir handan átakið, WWF, siga soleiðs:
“Earth Hour er tímin, har fólk kring allan heimin sløkkja ljósini, til frama fyri jørðini. Vit skulu endurreisa sambandi til okkara felags gongustjørnu – móður jørð. Tískil sløkkja vit ljósini og birta vón”.

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku