Tíðindi

04.04.2020
Býráðsskrivstovan um páskirnar

Býráðsskrivstovan og Miðlan eru stongd frá mánadegum 6. apríl til mánadagin 13. apríl. 

Tilmælini, sum eru sett í samband við Covid-19 smittuna, eru galdandi fram til 13. apríl, tí er enn ógreitt, um Miðlan og býráðsskrivstovan lata uppaftur sum vanligt 14. apríl, men í øllum førum verður opið aftur 14. apríl, tó møguliga við skerdari avgreiðslu. 

Borgarar, sum hava átrokandi ørindi, kunnu ringja til hesar telefonir: 

  • Um trupulleikar eru við vatnveitingini o.tl. fartlf: 224500 (Vatndeildin)
  • Um talan er um annað, so sum kloakkviðurskifti v.m. fartlf: 229088 (Vegadeildin)
  • Um tørvur er at fáa fatur á barnaverndartænastuni fartlf: 219181 (Barnaverndin)

Barnatannrøktin hevur somuleiðis stongt frá 6. apríl, men hevur eina bráfeingistænastu mikudagin 8. apríl, har til ber at ringja á tel. 455651.

Klaksvíkar kommuna ynskir øllum einar gleðiligar páskir

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu