Tíðindi

22.05.2020
Klaksvíkar kommuna fult viðhald frá kommunala eftirlitinum

Loksins er avgerð komin frá kommunala eftirlitinum viðvíkjandi keypinum hjá Klaksvíkar kommunu av veghæddini og kjallaranum í bygninginum á Biskupstorgi. Úrslitið er, at kommunan fær fult viðhald frá myndugleikunum.

– Hetta er tað, sum vit alla tíðina hava væntað, men tað er kortini ein stór gleði, at ein niðurstøða endiliga er komin, so vit kunnu fara í gongd við ætlaða virksemið í veghæddini á Biskupstorgi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Talan er um eitt mál, sum hevur ligið hjá eftirlitinum í langa tíð og hevur seinkað víðari menningini av økinum á Biskupstorgi, har ætlanin er at leiga tey høli út til vinnurekandi, sum ikki longu skulu brúkast av kommununi. Í næstum verða hesi høli boðin fram.

- Frágreiðingin hjá eftirlitinum er víðfevnd og breið, og um tað allar mesta eru vit púra samd. Viðvíkjandi luttøkuni hjá kommunum í bygging saman við Bústøðum eru vit tó ikki heilt samd, men í málinum um veghæddina og kjallaran í Biskupstorgi fegnast vit bara um, at kommunala eftirlitið endiliga er komið til tí niðurstøðuna við veghæddini, sum Klaksvíkar kommuna gjøgnum langa tíð hevur víst á, staðfestir Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars