Tíðindi

28.05.2020
Tilmelding til rundsýning á Skúlatrøð

Vegna korona-tilmælini verður vígslan stroymd á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, og hava øll tískil møguleika at fylgja við har. Eftir vígsluna er møguleiki hjá almenninginum at tekna seg til rundsýning í skúlanum, har øll eru hjartaliga vælkomin.


Rundsýning á Skúlatrøð leygardagin frá kl.17.00

Rundsýningin í nýggja skúlabygninginum verður skipað soleiðis, at øll, sum hava áhugað, kunnu melda seg til. Rundsýningin er sjálvsagt ókeypis, men má skipast við eini tilmeldingarskipan, soleiðis at ov nógv fólk ikki verða savnað samstundis.

- Tilmelding til rundsýningin HER

100 fólk kunnu luttaka til hvørja rundferð, sum byrjar við einum stuttum filmsbroti í nýggju stásiligu miðhøllini, har borgarstjórin bjóðar vælkomin, og stuttar heilsanir frá skúlastjóranum og øðrum verða vístar.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars