Tíðindi

30.05.2020
MYNDARØÐ: Skúlin vígdur

Í frálíka veðrinum seinnapartin varð skúlin á Skúlatrøð vígdur, tá Jógvan Fríðriksson, Føroya bispur, vígdi skúlan. Eftir tað vóru fleiri røður á skránni, eitt nú frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, og Jógvani Skorheim, borgarstjóra.

Røðan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra, kann lesast her:

Góðu næmingar, foreldur, lærarar, starvsfólk, leiðsla og skúlastýri her á Skúlatrøð.

Góðu arbeiðsfólk, formenn, fyritøkur, umsiting, ráðgevar og teknikarar, sum hava staðið fyri at byggja henda prýðiliga skúla.

Góði landsstýrismaður í skúlamálum og Mentamálaráðið, sum fyri umleið fimm árum síðan góðkendu ætlanina og tekningarnar av hesum nýggja skúlanum, og sum í gjár góðkendu lidna bygningin.

Góðu býráðslimir, sum hava sett út í kortið hesa stóru verkætlan og hava játtað neyðuga peningin.

Góði biskupur Føroya, sum í dag hevur vígt henda prýðiliga skúla okkara.

Eg skal vegna Klaksvíkar býráð bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin á Skúlatrøð, nú skúlin verður vígdur og tikin í nýtslu.

- - -

Eg havi glett meg til hesa løtu, sum eitt barn til fyrsta skúladag.

Eg ivaðist, um eg skuldi fáa mammu mína at binda mær eina troyggju…men helt, at tað helst hóskaði seg betur við føroyskum klæðum, nú borgarstjóraketan skuldi berast til høvið.

Hetta er ein ómetaliga stórur dagur.

Eg havi glett meg. Býráðslimir hava glett seg. Lærarar hava glett seg. Onnur starvsfólk í skúlanum hava glett seg. Og ikki minst - næmingarnir hava glett seg

…..og kanska eisini øll tit arbeiðsfólk, sum hava gingið her dag og dagliga, hava glett tykkum til, at henda verkætlan umsíðir fær ein enda… :)

Hóast skúlin hevur verið í gerð í langa tíð – ja, tíverri í so leingi – so kunnu vit av sonnum fegnast um framúr góða arbeiðið, sum fyritøkurnar í býnum hava lagt í henda bygning.

Hann er vakur, stílfullur, rúmligur, innbjóðandi og strálar av dygd. Øllum tykkum – kvinnum og monnum – sum hava lagt lív og sál í hesa verkætlan, takki eg so inniliga. Ótrúliga flott handverk. Tit eiga alt rós uppiborið fyri tykkara nærlagda arbeiði.

Eg veit, at seinastu dagarnir hava verið harðir, men tit kunnu av sonnum vera errin av úrslitinum.

 

———

Onki kemur av ongum, verður ofta sagt.

Soleiðis er eisini við hesum bygninginum, ið nú verður ímyndin av sameiningini millum fyrrverandi Ósáskúlan og Ziskatrøðskúlan.

Tað er nú longu rúm tíð síðani, at vit byrjaðu arbeiðið við at leggja tilrættis orðingar og tekningar, sum gjørdust grundarlagið undir skapanini av hesum bygnini.

Málið var at samansjóða – og her má eg geva byggibólkinum stórt rós fyri arbeiðið, sum varð lagt til rættis á ein sera innbjóðandi og opnan hátt. Eitt gott grundarlag er ikki at forsmáa.

Her kundi eg nevnt nøvn á persónum, sum løgdu sera nógva tíð, orku og ikki mins vilja í hesa verkætlan. Í dag er hugaligt at minnast aftur á tíðina, tá ið arbeitt varð við at leggja lunnarnar og seta út í kortið hesa bygging, ið fleiri sóu sum eitt sveinastykki – tað sigur ikki so lítið ☺.

Sjálvur fekk eg eisini møguleika at vera við í byggibólkinum stóran part av tíðini, og tá eg hyggi at skúlanum í dag, so má eg siga, at hetta endurspeglar væl tey ynskir, ið lærarar, skúlastjórar, skúlastýrisformenn/kvinnur og vit politikarar sóu fyri okkum.

Her skal eisini sendast ein stór tøkk til Fuglark fyri á ein elegantan hátt at hava megnað at samsjóða tríggjar bygningar, sum allir eru frá hvør sínari tíð, saman í eina væleydnaða eind.

Tykkara avrik tekur seg sera væl út, og tit hava, um nakar, roynt at loftað teimum ynskjum, ið skúlaáhugaði settu fram.

 

Eg møtti herfyri tveimum dreingjum, sum ganga í skúla her á Skúlatrøð.

Annar næmingurin segði mær, at tað, sum hann fegnaðist um við nýggja bygninginum, er, at um tað verður ov nógv órógv í stovuni, so verða nú góðir møguleikar at hugsavna seg á gongini, tí økið leggur upp til, at tað eisini ber til at arbeiða við uppgávum uttan fyri skúlastovuna.

Eg má siga, at tað gleddi meg at hoyra ein ungan næming virðismeta møguleikarnar, sum hesir góðu karmar leggja upp til.

Hin næmingurin greiddi mær við eldhuga frá, at teirra flokkur hevði fingið at vita, at tey skulu byrja í nýggja skúlanum í komandi viku.

Teir vóru sjónliga spentir og gleddu seg ikki so lítið.

110 mió. hevur hesin parturin av skúlanum kosta borgarunum í kommununi og er hann 4.675 fermetrar.

Tað sigur ikki so lítið um ferðina á samfelagnum, tá ið tað er ein stórhending, at ein verkætlan heldur seg til játtanina. Tað hevur nýggjheitsvirði, tí tað - tíverri - næstan ikki kemur fyri hjá tí almenna í dag.

Her vil eg á ein serligan hátt takka okkara dugnaligu handverkarum, byggileiðslu og byggiharraráðgevara fyri at vit náddu málsetninginum.

Hvør króna í skúlabyggingina er væl givin, og við hesum hava vit í felag lagt lunnar undir góð gróðrarlíkindi fyri okkara børn og ommu- og abbabørn.

Men… Hetta er ikki endin av skúlabyggingini í Klaksvík!

Nei, nú kunnu vit aftur bretta upp um armar, og byrja tilgongdina við 2. og 3. byggistigi.

Tað arbeiðið gleða vit okkum at fara undir, so vit kunnu taka næstu stigini til frama fyri okkara komandi ættarlið.

———

At enda vil eg takka tykkum í skúlatýrinum, skúlaleiðsluni, lærarum, næmingum og foreldrum fyri tykkara tolsemi.

Hetta er ein stórsligin verkætlan. Ja, so stórsligin, at hon er størsta einstaka íløga, sum Klaksvíkar býráð hevur gjørt.

Hesum eru vit errin av, tí vit vilja framburð, trivnað og menning, soleiðis at vit áhaldandi vera ein áhugaverdur býur at búleikast í.

Hóast tilgongdin hevur verið drúgv, so hava vit ongantíð mist fokus. Og tað er hátíðarløtan í dag eitt úrslit av.

Vegna Klaksvíkar býráð vil eg tí takka tykkum fyri, at tit sóu møguleikar fram um forðingar.

Tøkk til Føroya biskup, landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum og øll tykkum, sum eiga lut í hesi stóru verkætlan.

Eg eri sannførdur um, at raðfestingin av hesari byggiverkætlan fer at verða ein týðandi varði í skúlasøguni í Norðoyggjum.

Vit vilja í øllum førum gera alt fyri at varðveita, menna og virða skúlans endamál, sum í síðsta enda er at stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu og persónligu menningini. 

Hjartaliga til lukku!

Takk fyri!


Røðan hjá Beintu Klakstein, forkvinnu í Trivnaðarnevndini børn og ung, kann lesast her:
Góðan dagin tit øll.

Hetta er bæði ein hátíðarlig og søgulig løta, nú vit á fyrsta sinni kunnu bjóða almenninginum inn í ein samanbygdan skúla her á Skúlatrøð.

Og hóast her frammanundan stóðu tríggir stórir bygningar, ið skuldu bindast saman í ein sameindan skúla, so eru heilir 4.675 fermetrar av skúla bygdir afturat.

Bæði sum borgari og forkvinna í trivnaðarnevndini børn og ung, sum varðar av skúlanum, er tað mær ein stór gleði at uppliva hetta saman við tykkum øllum. Her hugsi eg um næmingar, foreldur, lærarar, skúlastjórar, skúlastýri, tykkum, sum hava ábyrgd og hava framt hesa verkætlan, og annars allar borgarar her í kommununi.

Seinast, kommunan vígdi ein skúlabygning her í Klaksvík, var leygardagin tann 24. apríl 2010, so fyri nøkrum døgum síðan vóru júst 10 ár síðan, at tann tá nýggi Skúlin við Ósánna varð tikin í brúk. Byggingin, sum tann dagin varð tikin í brúk, var 2200 fermetrar til víddar, og byggikostnaðurin var umleið 56 mió. kr.

Hesin bygningurin er meir enn tvífalt so stórur, og kostnaðurin hesaferð er umleið 110 mió. kr., og sum okkara dugnaligi byggiharraráðgevi, Oyvindur Brimnes, fleiri ferðir hevur ført fram, so kunnu vit gleðiliga staðfesta, at vit hava fingið sera nógv fyri hesa stóru íløgu, sum býráðið – uttan lántøku – hevur gjørt her á skúlatrøð.

- - -

Alt byrjaði við einum tanka, sum gjørdist til handling, fyri 187 árum síðani, tá fyrsti skúlin varð bygdur uppi í Gerðum. Har byrjar søgan, sum vit í dag gerast partur av.

Og øll sum hava verið partur av hesum, heilt frá fyrsta tanka og fram til her vit standa í dag, hava verið við til skapa og mynda skúlasøguna í Klaksvík.

Og eg eri eyðmjúk um at standa her saman við tykkum í dag.

Í 1943 kom bókin um tann lítla prinsin út. Hetta er søgan um flogskiparan, sum neyðlendir í Sahara oyðimørkini og har hittir lítla prinsin, sum kemur frá rúmdini. Lítli prinsurin er lendur á jørðini á síni rundferð til alskyns gongustjørnir, fyri at finna onkrar vinir, sum kunnu hjálpa sær at bjarga síni kæru rósu, sum hann er so góður við.

Bókin er ikki bert ein fitt søga, men er full av vísdómsorðum. Millum annað sigur prinsurin hetta: “ Tú ert flogskiparin og røddin í søguni. Tú ert tann, sum skapar og fortelir søguna fyri teimum, sum ikki eru her”

Og tað er nettupp tað, sum vit eru. Vit eru heppin at uppliva hendan dagin. Øll vit, sum eru her í dag, kunnu við okkara egnu orðum, fortelja um henda dagin og harvið gerast partur av søguni, sum okkara eftirkomarar koma at lesa og hoyra um.

Eg hugsi, um tey, sum byrjaðu í skúlanum tá í 1833, mundu hava somu kenslu, sum eg fekk, tá eg trein inn í hendan bygningin. Umstøðurnar vóru avgjørt ikki tær somu. Men tað hevur verið stórt tá. 

- - -

Hesin dagur er ikki einans søguligur, tí vit taka henda stóra bygning í nýtslu, Nei, hetta er eisini ein søguligur dagur, tí hetta er fyrstu ferð í næstan hálva øld, at tit – næmingar, lærarar, starvsfólk og leiðsla – kunnu fara til arbeiðis undir sama taki sum ein samlaður skúli.

Eg veit, at byggitíðin hesi seinastu fimm árini hevur verið long og til tíðir kanska eisini strong, men tit hava verið framúr tolin og fleksibul – og tað takka vit tykkum hjartaliga fyri.

Hugaligt verður at fylgja víðari tilgongdini, sum vit í býráðnum ynskja tykkum allar bestu eydnu við.

Á odda í hesi tilgongd gongur Vagn Foldbo, skúlastjóri, sum – í góðum samstarvi við varaskúlastjórarnar og øll tykkum starvsfólk – hevur lagt stóra orku í, at henda verkætlan skal eydnast.

Góði Vagn. Vegna býráðið vil eg bera tær og øllum tínum starvsfólkum eina serliga heilsan frá býráðnum við tøkk fyri tykkara góða samstarvsvilja í hesum máli. Hjartaliga tillukku við nýggja skúlanum.

Søgan hevur lært okkum, at tað at læra, krevur meira enn undirvísing. Trivnaður og kveikjandi umhvørvi í skúlanum eru við til at skapa mátan, sum børn og vaksin virka, samvirka, undirvísa og læra.

Og tað er tað her. Skúlin er ikki bara heilt einastandandi flottur, men byggibólkurin hevur hugsað um meira enn tað. Tað skal vera pláss fyri øllum næmingunum. Tað er gjørt rúm til at næmingar, sum hava tørv á øðrvísi undirvísing enn inni í einari skúlastovu, kunnu fáa tað. Og næmingar við serligum tørvi, sleppa nú øll at ganga í skúla her á staðnum. Tað er týdningarmikið.

Sum forkvinna í nevndini, sum vegna býráðið varðar av skúlanum, eri eg ómetaliga fegin í dag.

Samstundis er hetta eisini byrjanin til eitt nýtt og spennandi kapittul, ein nýggjur dagligdagur í umstøðum og karmum, sum vit ongantíð fyrr hava roynt. Nýggjar mannagongdir skulu skipast, nýggjar rutinur skulu innarbeiðast og nýggir vanar finnast.

Góðu tit øll, sum koma at hava tykkara dagligu gongd her, næmingar, foreldur, skúlastýri, lærarar, skúlaleiðsla, reingerðarfólk, skúlavørðar og skrivstovfólk – eg vóni, tit fara at trívast væl.

Tað verða tit, sum koma at skapa innihaldið í hesum vakra hylki. Eg veit at fleiri av tykkum, hava í langa tíð runnið runt frá bygningi til bygning, tí næmingar hava gingið í skúla ymsastaðni í býnum.

Nú sleppa tit heim.

Eg fegnist um, at tað stóra arbeiði, at fáa hetta fyrsta og størsta byggistigið av hesi verkætlan – nú er tað komið á mál.

Vit í trivnaðarnevndini børn og ung gleða okkum til – saman við tykkum her á Skúlatrøð – at halda fram við arbeiðnum at menna skúlan.

Hjartaliga tillukku 

 

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu