Tíðindi

03.06.2020
Føroya Bjór Renningin 2020

Í samband við rennikapping hjá Treysti á Norðoyastevnu, verður eingin gjøgnukoyring eftir Gerðagøtu (frá Jógvan Waagsteinsgøtu til rundkoyringina) og eftir Biskupsstøðgøtu (frá íbindingini við Sandin til rundkoyringina), tann 6. Juni 2020 frá kl. 10:30 til kl. 13:00. Íbindingarnar til Gerðagøtu frá Bøgøtu og undir skýlinum verða stongdar og skelti “ongin gjøgnumkoyring” verður sett upp sunnanfyri Fossagøtu, í nevnda tíðarskeiðnum.

Føroya Bjór Renningin er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 23. ferð, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Rutan hjá børnum yngri enn 7 ár og yngri enn 10 ár verður á einum rundteini á umleið 425m og renna tey eitt umfar. Børn yngri enn 13 ár renna tvey umfør av hesum teini. Tey vaksnu renna tilsamans 5 km, sum er uppmátaður og góðkendur.

Skráin til renningina er hendan:

kl. 11.00 Menn/Kvinnur - 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar - 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar - 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7  - 450 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 - 450 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 - 900 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 - 900 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan verður við Norðoya Sparikassa

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy