Tíðindi

03.06.2020
Vælkomin á norðoyastevnu

Ein øðrvísi norðoyastevna stendur fyri framman, nú landið meir ella minni hevur ligið lamið seinastu tíðina, orsakað av korona.

Tíverri verða eingi stór tiltøk, ið savna stórar mannamongdir, av tí at heilsumyndugleikarnir hava givið boð um, at vit skulu halda frástøðu og ikki savnast ov mong. Hetta hevur fingið fólk at hugsa nýtt og kreativt, og eg eri ikki í iva um, at vit nokk fáa eina minniliga norðoyastevnu. Tí mest sannlíkt fara vit ongantíð aftur at halda stevnu á henda hátt.

Umframt nøkur tiltøk, sum ítróttar- og frítíðarfelagsskapir skipa fyri leygardagin, so verður eisini møguligt leygarkvøldið frá kl. 19 til 23 at sígga áhugaverda sjónvarpssending, ið verður send beinleiðis á www.klaksvik.fo og www.kvf.fo, har fleiri av væl kendu norðoyastevnu-tiltøkunum, verða borin okkum hyggjarum á ein øðrvísi og spennandi hátt. 

Almenna skráin yvir norðoyastevnutiltøk sæst her. 

Tveir av stóru og føstu táttunum á norðoyastevnu verða á skránni í hesi sjónvarpssending, um enn tað ikki er júst somu tíð og á sama hátt. Høvi verður at hoyra og síggja so frægar røðarar sum Solby Christiansdóttir og Símun Absalonsen, ið uttan iva fara at hugtaka okkum og geva okkum eina kenslu av norðoyastevnuhugna.

Eisini verða fleiri innsløg og samrøður, ið heilt avgjørt fara at fáa okkum í norðoystevnuhýri, og tá okkara fólkakæri Hallur Joensen til seinast fer at standa fyri sangløtuni, so kann tað bara gerast gott. Um nakar, so dugir Hallur at fáa okkum at syngja við til sínar sangir og ikki minst til fleiri kendar sangir, ið hava sín uppruna her í Norðoyggjum.

Klaksvíkar kappróðrarfelag hevur seinastu dagarnar lagt seinastu hond á fyrireikingarnar til kappróðurin – sum mundi blivi avlýstur – men til gleði fyri bæði kappróðrarfelagið og okkum øll, so kunnu vit njóta og heppa á okkara kappróðrarmanningar leygardagin.

Eg gleði meg sanniliga eisini til hesa serstøku norðoyastevnu, og vón mín er, at vit hvør í sínum lagi fáa gjørt hana minniliga og fevna løtuni, við teimum avmarkingum, sum korona ber við sær.

At síggja møguleikar heldur enn forðingar er ein dygd, vit hava her norðuri, og eg vil takka tykkum øllum, sum á einhvønn hátt eru við til at gera norðoyastevnuna spennandi og áhugaverda – eisini í ár.

Góða norðoyastevnu!

Jógvan Skorheim

borgarstjóri

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy