Tíðindi

04.06.2020
Varaleiðari til Drotning Margrethu Barnagarð

Vit søkja eftir einum varaleiðara at byrja 10.august 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tíma pr. viku (møguleiki er fyri færri tímum) og arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30 og 17.15

Sum varaleiðari ert tú partur av dagligu leiðsluni á stovninum. Tínar arbeiðsuppgávur eru, saman við leiðaranum, at leggja arbeiðsætlan, gera lønir og annað skrivstovuarbeiði, umframt at taka lut í tí námsfrøðilgu menning av stovnunum. Møguliga er eisini talan um at hava leiðsluábyrgd av einum parti av stovnium. Talan er um eitt mennandi og avbjóðandi leiðslustarv.

Vit vænta av tær:

• at tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur

• at tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum,      foreldrunum og starvsfeløgunum

• at tú vilt menna tað námsfrøðiliga arbeiðið, og at tú virkar fyri einum fakligum høgum støði

• at tú tekur ábyrgd og hevur yvirlit

• at tú ert sjálvstøðug/ur og kanst taka avgerðir

• at tú ert kveikjandi fyri børn og starvsfólk

• at tú ert flexibul

Umsókn og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meira fæst at vita við at venda sær til Marjun Lassen, leiðara, á tlf. 455557 / 212557 ella Dianu Bertholdsen, varaleiðara, á tlf. 556648. Umsøkjarin skal kunna tola broytingar í arbeiðsuppgávum.

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 18.juni 2020 kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til margretha@margretha.fo, ella sum vanligt bræv til Dr. Margrethu Barnagarður, Gerðagøta 14, 700 Klaksvík.

 

Drotning Margrethu Barnagarður er ein sjálvsognarstovnur, normeraður til 115 børn í aldrinum 0 til 6 ár. Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni  www.margretha.fo

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars