Tíðindi

12.07.2021
Lat okkum basa skøruni í felag

Aftur í ár er Klaksvíkar kommuna farin í hernað ímóti skøruni. Plantan stendur í besta blóma, tí er brúk fyri øllum góðum kreftum í arbeiðnum at burturbeina skøruna. Í tí sambandi heitir kommunan á borgarar um at hjálpa til við hesum átakinum, við at burturbeina skøruna á sínum egna stykki.

Hvussu skal ein gera?

Skøran skal takast upp við rót - um hetta ikki letur seg gera, skal hon skerast av niðri við rótina, koyrast í ein posa og burturbeinast. Skøran nørist skjótt og flytur seg um mørk, tí er tað eisini neyðugt at fara útum egið stykkið at skera og royna at fáa alla skøruna burturbeinda. Við at taka blomstrini og burturbeina tey, so eru ongin fræ at nøra seg, og um vit áhaldandi taka plantuna, so fær rótin ikki føði og doyr.

Burturkastið verður borið út í Endurnýtsluna hjá kommununi. IRF brennir einans plantuna, tí verður heitt  á borgara um at syrgja fyri, at so lítið av mold sum møguligt fylgir við plantuni, tá ið hon verður burturbeind. Ynskiligt er, at burturkast av skøruplantuni verður koyrt í sekk fyri seg. 


Veðurlagið er til vildar hesar dagar, og tí skal átakið við at burturbeina hesa plantu raðfestast nú. Við einum felags átaki vóna vit, at tað fer at eydnast. Um einki verður gjørt, so ger skøran skaða á umhvørvið, við at hvørki seyður, neyt ella onnur djór eta hesa plantu.

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku