Tíðindi

09.07.2020
- Gott at koma heim

Seinastu árini hevur umsitingin á trivnaðarøkinum í Klaksvíkar kommunu húsast á ymiskum plássum í býnum, men aftaná summarsteðgin verður bjóðað vælkomin í nýggju stásligu hølini á Fornagørðum, har fleiri tænastur á trivnaðarøkinum verða savnaðar, umframt Gigni, Almennaverki og Heilsutrygd.

Tonja Sonhardsdóttir, sum er toymisleiðari fyri børn og ung, sigur, at tað kennist ómetaliga gott, at vera komin heim.

- Vit hava fyrr havt heimstað á Fornagørðum, men umstøðurnar hesaferð eru heilt øðrvísi. Vit hava fingið ómetaliga góðar karmar, sum ger tað møguligt at hava fjølbroytt virksemið, har fleiri ymiskir starvsbólkar á trivnaðarøkinum kunnu húsast og samstarva.

- Gigni og Almannaverki halda eisini til í bygninginum, og tað eru økir, sum vit samstarva nógv við. Avgerðin um, at hava allar hesar tænastur saman í einum bygningi, er sera skilagóð fyri bæði trivnað og tað fakliga umhvørvið, sum eg trúgvi fer at merkja bæði starvsfólk og vera til gagns fyri okkara borgarar.

- Við eini staðseting mítt í býnum, so verða vit eisini meira atkomulig og tættari borgarunum, sum gera brúk av okkara tænastum. Børn og ung, sum vit varða av, kunnu lættliga koma sjálvi til okkara, og tað meta vit er ein stór hjálp fyri bæði tey ungu og teirra familjur, sigur Tonja Sonhardsdóttir.

Virksemið á trivnaðarøkinum er byrjað á Fornagørðum, men er enn merkt av umbygging, sum verður liðug í august mánaði.

Onnur tíðindi
12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku

11.04.2024

Starvs­fólk til Dr. Margrethu barnagarð

09.04.2024

Rudda í grannaløgum

04.04.2024

Leiðari til Blákolluna - farloyvisstarv