Tíðindi

09.07.2020
Blákollan stuðlar Team Rynkeby

Hóast ferðin til París bleiv avlýst, so stuðlar dagstovnurin Blákollan, sum vant, Team Rynkeby. Starvsfólk, børn og foreldur stóðu aftur í ár saman um, at savna pening inn til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum.

Hini árini hava børn úr dagstovninum mála málningar, sum síðani vóru latnir til eina uppboðssølu til frama fyri endamálið hjá Team Rynkeby. Tá hevur uppusølan verið partur av fráfaringarløtuni, tá ið Rynkeby súkklurnar eru farnar úr Klaksvík.
Í ár var eitt sindur øðrvísi. Børnini høvdu málað málningar og steinar, og foreldurin vórðu boðin til foreldrakaffi í góðveðrinum, har høvið var at lata eina gávu til Team Rynkeby.


Í ár vóru nærum 4.000 kr latar til Team Rynkeby. 

Onnur tíðindi
23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy

23.04.2024

Okkara framtíðar Klaksvík

23.04.2024

Býráðsfundur mikudagin 24. apríl