Tíðindi

03.08.2020
Námsfrøðingur til Barnahúsið Margit

Hevur tú hug at royna okkurt nýtt? Barnahúsið Margit søkir eftir einum námsfrøðingi at byrja skjótast gjørligt. Vit søkja eftir námsfrøðingi, sum vil arbeiða í vøggustovu. Starvstíðin er 30 tímar um vikuna.

Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og eina serstovu. Barnahúsið Margit er normerað til 66 børn.

Barnhúsið Margit hevur ein menningarætlan, sum er grundarlagið undir okkara námsfrøðiliga arbeiði; harumframt síggja vit stórt virði í viðurkenning og inklusión í okkara arbeiði. Les meira um menningarætlanina her: https://www.klaksvik.fo/dagstovnar

 

Vit leita eftir einum námsfrøðingi, sum:

-       hevur ein savnandi hugburð
-       er opin, erligur og fyrikomandi
-       hevur lætt og jaligt lyndi
-       dugir at seta í gongd
-       leggur seg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
-       sær møguleikar í øllum børnum
-       vil vera við til at mynda stovnin námsfrøðiliga
-       er tilvitaður um menning fyri tað einstaka barnið
-       er týðiligur í samskifti og leggur dent á gott samstarv 

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF).
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Mari E. Kjølbro, leiðara, á telefon 284530 ella við telduposti: margit@klaksvik.fo

Umsóknir:
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. august 2020. Umsóknin skal sendast til starv@klasvik.fo, ella sum bræv til Klaksvíkar kommuna, Nólsoyar Páls gøta 32, Postbos 2, 710 Klaksvík.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy