Tíðindi

27.10.2020
Vegleiðing og kunning um kommunuvalið 2020

Samsvarandi áður lýstu kunngerð frá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum er kommunuval týsdagin 10. novembur 2020. Um somu tíð og á somu støðum er eisini val til staðbundnar nevndir.

Valið er á hesum støðum

 

Badmintonhøllin í Klaksvík

(Klaksvík, Ánirnar og Norðoyri)

Valstýrari: Eydna K. Thomsen, forkvinna

 

Róðrarneystið í Árnafirði

(bygdin Árnafjørður)

Valstýrari: Guttorm F. Pálsson, formaður

 

Skúlin í Mikladali

(bygdirnar: Mikladalur og Trøllanes)

Valstýrari: Christian Andreasen, formaður

 

Skúlin á Húsum

(bygdirnar Húsar og Syðradalur)

Valstýrari: Fríða Isaksen, forkvinna

 

Skúlin í Svínoy

(bygdin Svínoy)

Valstýrari: Hanna Jacobsen, forkvinna

 

Atkvøðutíðin verður frá kl. 10:00 til 20:00, og so leingi veljarar koma til valborðið uttan steðg.

 

Brævatkvøður:

Veljarar, ið vænta at verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu við at venda sær til Miðlan/kommunuskrivstovuna.

Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi innan valið byrjar kl. 10:00 valdagin.

 

Heimaval:

Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki kunnu møta við valborðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið við at boða frá á Miðlan telefon 41 00 00 innan kl. 12 mánadagin tann 9. novembur 2020.

 

Valkort:

Valkort verða send út við postinum.

Um onkur, ið heldur seg hava valrætt í kommununi, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi vinaligast biðin um at venda sær til Miðlan/kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt. 

Minnist til at hava valkortið við á val

 

Kommunuvalnevndin í Klaksvík

27. oktobur 2020

 

 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy