Tíðindi

03.12.2020
Dagrøktarar til Klaksvíkar kommunu (endurlýsing)

Talan er um eitt fast starv og eitt avloysara starv (fram til 1. okt. 2021).  Størvini verða eftir ætlan sett 1. januar 2021 ella skjótast møguligt eftir tað

Vit ynskja, at tú

  • hevur hegni og áhuga at arbeiða við børnum
  • kann geva børnunum ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag
  • ert fyritaksom/samur og skapandi
  • hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • kann samskifta lætt við foreldrini
  • ert sinnað/ur at samstarva við starvsfelagar og onnur fakfólk
  • Í heiminum má vera rúm til børnini at spæla í og øki við girðing uttanfyri. Eisini skal pláss vera fyri sovivognum og tvíburðastóli.

Umsókn og setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðs-gevarafelagið og Starvsmannafelagið. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30 – 17.15.  Vit kunnu bjóða eitt kveikjandi og lívsjáttantin starv við børnum í aldrinum 0-3 ár. Meira fæst at vita við at venda sær til Harriet Lydersen, dagrøktarleiðara, á telefon 21 39 88.

Umsóknin skal sendast til starv@klaksvik.fo ella Klaksvíkar kommuna, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postboks 2, 710 Klaksvík. Mrk. Umsóknina ‘Dagrøktari. Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 18. desember kl 12.00.


Stutt um Klaksvíkar Kommunalu Dagrøkt

Dagrøktarskipanin er ein stovnur undir Trivnaðardeildini hjá Klaksvíkar kommunu. Í skipanini starvast 17 dagrøktarar, 1 hjálparfólk og ein námsfrøðingur. Talið av børnum í dagrøkt er umleið 60. Aðru hvørja viku eru 3 dagrøktarar tveir dagar saman við børnum í spælistovuni.

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu