Tíðindi

09.04.2021
Broytingar í byggisamtyktini fyri Svínoy

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg. nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til byggisamtykt fyri Svínoy, sum partur av almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu, framlagt til alment eftirlit.

Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit í Miðlan frá 23.03.2021 – 13.04.2021.

Les meira her: Mál nr. 19/00950 – Bygdarætlan fyri Svínoy

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 04.05.2021. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin skal mál nr.viðmerkjast.

Klaksvíkar Býráð, 23. mars 2021

Onnur tíðindi
16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku

11.04.2024

Starvs­fólk til Dr. Margrethu barnagarð

09.04.2024

Rudda í grannaløgum