Tíðindi

12.05.2021
Kunningarfundur um ADHD

20. mai skipar ADHD felagið fyri kunningarfundi um ADHD. Tiltakið er liður í einari rundferð hjá felagnum, sum miðvíst arbeiðir við at vinna viðurkenning um ADHD millum manna, avvarðandi og fakfólk.

Tiltakið er skipað saman við Klaksvíkar kommunu og er eitt kunningartiltak bæði um ADHD hjá børnum og vaksnum.

Á skránni eru fyrilestrar um børn og ADHD og vaksin og ADHD, har fakfólk frá barnapsykiatriini og psykiatriska deplinum greiða frá. Eisini greiðir eitt foreldur frá lívssøguni við einum barni við ADHD. Umframt at ein vaksin við ADHD greiðir frá síni lívssøgu.

Tiltakið er alment og er ætlað øllum áhugaðum, fólkum við ADHD, avvarðandi og fakfólkum.

Endamálið fyri rundferðini er at kunnað um ADHD, soleiðis at øll kunnu vera við til at skapa karmar, ið tryggja trivnað, bata og menning hjá menniskjum við ADHD.

Kunningarfundurin verður í miðhøllini á Skúlatrøð 20. mai, og byrjar kl. 19.00.

Kommunan bjóðar kaffi, te og okkurt afturvið.

Onnur tíðindi
23.04.2024

Okkara framtíðar Klaksvík

23.04.2024

Býráðsfundur mikudagin 24. apríl

22.04.2024

Kunngerð: Uppskot til byggisamtykt fyri Svínoy

19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning