Tíðindi

08.06.2021
Broyting av almennu byggisamtyktini fyri Árnafjørð og Trøllanes

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg. nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til byggisamtyktarbroyting løgd fram.

Víðkan av B15, Árnafjørður - Málsnr.: 21/00434

Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 29. apríl 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu. Broytingin umfatar hesar nevndu matr.nr. 85, 38, 62b, 36b, 76, 55, 19, 27, 53c, 69, 26a, 62a, 62d, 62f, 62c, 62e, 65, e, f, D í Árnafjørð.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at:

  • Víðka økispartin B15, vinnu‐ og mentunarøki.
  • Regulera í økismarkinum millum D27, D28 og D24, ið liggja uppat B15.

Regulering av A28, Trøllanes - Málsnr.: 20/01182

Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 25. mars 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu. Broytingin umfatar hesar nevndu matr.nr. 11a, 11b, 14, 24 25, 26 og a á Trøllanes.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at:

  • regulera í økismarkinum millum A28 (Blandað íbúðar‐ og vinnuendamál) og landbúnaðarøkið.

Tilfar, sum lýsir uppskotini um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 08.06.2021 – 29.06.2021 og eru somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: Broytingar í byggisamtyktini.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 20.07.2021. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, skal mál nr. viðmerkjast.

 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy