Tíðindi

13.06.2021
Soleiðis rakar verkfallið í morgin

Pedagogfelagið hevur lýst arbeiðssteðg fyri limir felagsins, og verða fleiri økið í kommununi rakt av hesum.

Dagstovnarnir Barnahúsið Margit, Fjallafípan, Drotning Margrethu barnagarður, Mylnuhúsið, Blákollan og vøggustovan í Spælistovuni hava stongt frá mánadegnum 14. juni og til verkfallið er av. Sama er galdandi fyri frítíðarskúlan SnjalluBjallu og Garðalisu. 

Kommunala Dagrøktin er ikki rakt av verkfallinum, tó so fara dagrøktarleiðarin og varaleiðarin, sum eru limir í Pedagogfelagnum, í verkfall. Skipað gestadagrøkt verður heldur ikki í Spælistovuni meðan lýsti arbeiðssteðgur er. 

Húsið verður ikki stórvegis rakt av verkfallinum, og hevur tískil opið eina viku afturat, áðrenn farið verður í feriu frá mánadegnum 21. juni. 

Onnur starvsfólk í Klaksvíkar kommunu, sum eru limir í Pedagogfelagnum, og sum hoyra undir sáttmálaøkið, verða eisini rakt av verkfallinum.

Kommunan harmast sjálvsagt um íkomnu støðuna, og vónar, at ein loysn verður funnin millum partarnar, um ikki alt ov langa tíð. 

 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy