Tíðindi

18.06.2021
Mentanarhúsið reist

Í gjár varð boðið til hátíðarhald í mentanarhúsinum í Klaksvík í samband við at mentanarhúsið varð reist. Tær sjey tons tungum høvuðsdragararnir, sum samstundis eru teknikbrúgvar, vóru komnir upp at liggja - Klaksvíkar Hornorkestur spældi og røður vórðu hildnar.

Jóhanna C. Christiansen hugleiddi um byrjanina og ta stuttu tíð, byggingin hevur tikið – Eitt ár frá at rættiliga var farið undir at byggja, til tað longu nú var reisigildi.

Eisini hevði Klaksvíkar Sjónleikarafelag eina hugvekjandi hugleiðing um teirra leiklut í komandi mentanarhúsinum  - við skeivum og skemtiligum vinklum.

Gongst eftir ætlan, verður flutt inn komandi summar.

Boðið var inn til byggifeløg, rárðgevarar, býráð, stýri og stuðlar. Men sjávandi vóru menninir, sum hava staðið fyri byggingini í miðdeplinum – Hetta eru dugnaligir menn frá Rumenia, sum Klanjon hevur leigað inn til uppgávuna. Teir hava evnað frálíku tekningninarnar hjá Ósbjørn Jacobsen til eitt snotiligt hús í miðdeplinum í Klaksvík.

Tað er kanjon sum í partalagi hevur havt útførandi leiklutin og Ósbjørn Jacobsen Arkitekrar hava verið høvuðsráðgevarar.

Ein gleðlig løta í góðum veðri, har tónanrir frá Klaksvíkar Hornokestri, Halli og Beddi setti dám á.

Ein sonn hugnalig løta, sum staðfesti, at um bert eitt ár verður flutt inn í nýggja mentanarhúsið í Klaksvík!
 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy