Tíðindi

24.06.2021
Rúni Rasmussen nýggjur kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um at seta Rúna Rasmussen í starvið sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu. 20 umsóknir vóru til starvið.

Rúni Rasmussen er 42 ára gamal og er stjórnmálafrøðingur. Harumframt er Rúni útbúgvin prosesskonsulent og verkætlanarleiðari.

Rúni hevur seinastu 12 árini starvast sum deildarstjóri í Stjórnartænastuni á Løgmansskrivstovuni, har hann m.a. hevur staðið á odda fyri Stjórnarskúlanum, hvørs endamál er at førleikamenna starvsfólk í stjórnarráðunum.

Áður hevur Rúni starvast sum deildarleiðari á Almannastovuni, umframt at hann eitt skifti var fyribilsstjóri í Søvnum Landsins.

Rúni Rasmussen byrjar í starvinum 1. august 2021.

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu