Tíðindi

24.07.2021
Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna

Endurlýsing: Eitt starv sum barnsburðaravloysari fyri sosialráðgeva hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum er leyst at søkja. Starvstíðin er í tíðarskeiðinum frá 1. august 2021, ella skjótast tilber, til 1. septembur 2022. Arbeiðstíðín er 35 tímar um vikuna.

Um Barnaverndartænastuna í Norðyggjum: 
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um Fugloyar, Kunoyar, Hvannasunds, Viðareiðis og Klaksvíkar kommunur. Á Barnaverndartænastuni starvast, umframt leiðaran, fýra sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur og eitt skrivstovufólk. Uppgávan hjá Barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan. 

Starvið: 
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á Barnaverndartænastuni og starvsfólk á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum barnaverndarumsitingin tekur sær av.

Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.: 

  • at ráðgeva og vegleiða barna- og ungdómsfamiljum
  • at ráðgeva barnaverdarnevndini í lóg um Barnavernd 
  • at fyrireika mál til nevndarviðgerð 
  • at seta í verk fyriskipanir og fylgja teimum upp 
  • at virka sum samskipari í málum, har fleiri myndugleikar eru við 
  • at samstarva tvørfakliga 

Vit leita eftir starvsfelaga, ið:

  • er útbúgvin sosialráðgevi ella hevur aðra viðkomandi útbúgving 
  • hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar viðkomandi royndir 
  • hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum
  • megnar at vera nágreinilig/ur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini 
  • megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum 
  • hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg bæði í skrift og talu
  • er fleksibul 

Vit bjóða tær:

  • eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum 
  • góðar starvsfelagar 
  • supervisión 

 

Setanarviðurskifti:
Starvið, sum er 35 tímar um vikuna, verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tonju Sonhardsdóttir, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, tlf. 287621

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 5. august 2021.  

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her:  “Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna”.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars