Tíðindi

30.08.2021
Neystið er nýggja sølutorgið við bátabrúgvarnar

Í vikuskiftinum var Neystið sett upp við bátabrúgvarnar. Stigtakari er Hjaltur Poulsen, sum saman við øðrum lokalum matframleiðarum í longri tíð hava lýst eftir einum staði í býnum, har til ber at selja føroyska matframleiðslu.

Ymiskar royndir hava verið við bátabrúgvarnar, har smáu smátturnar hjá kommununi hava verið karmur um sølu av m.a. turrum kjøti, kjøtpylsu, rullupylsu, røstum seyðarhøvdi, blóðpylsu, garnatálgi, rabarbusúltutoy og turrum lambstjógv. 

Atli S. Justinussen, formaður í havnanevndini, sigur, at Klaksvíkar kommuna arbeiðir við at menna umstøðurnar til hetta endamálið, men at enn er ikki komið á mál.  

- Tá ið privat fólk hava áræði og hugskot, so hevur tað týdning at kommunan spælir við. Tí hava vit givið loyvið at seta Neystið upp. Kommunan letur lendið, streym og vatn, men samskipan og myndugleikaloyvir tekur stigtakarin sær av.

Hjaltur Poulsen og sonurin Pol Eydfinn hava seinastu 14 dagarnar bygt Neystið, sum teir siga m.a. er bygt úr tilfari frá gomlu bátabrúgvunum og við góðari hjálp frá TTS. Teir báðir siga, at Neystið er til øll at brúka. 

Á facebook síðuni Neystið ber til at boða frá, um ynski er at selja føroyska matframleiðslu.  

Neystið og smátturnar lið um lið

Tíðliga í summar boðaði kommunan frá, at lokalir matframleiðarar hava møguleika at selja sínar matvørur í smáttunum, sum eisini hava staðið við bátabrúgvarnar. Hesar verða í næstum aftur at síggja við bátabrúgvarnar.

Er ynski um at gera brúk av hesum, so ber til  at seta seg í samband við Norðoya Kunningarstovu, sum kann vegleiða í samband við sølu í smáttunum.

Norðoya kunningarstova hevur opið mánadag - fríggjadag frá kl. 9.00 til 16.00.

Til ber eisini at senda teldupost til info@klaksvik.fo ella at ringja á tel. 456939.

 

Onnur tíðindi
23.04.2024

Okkara framtíðar Klaksvík

23.04.2024

Býráðsfundur mikudagin 24. apríl

22.04.2024

Kunngerð: Uppskot til byggisamtykt fyri Svínoy

19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning