Tíðindi

01.09.2021
Samrøðubólkar fyri børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman

Familjufyrisitingin fer saman við Gigni undir nýtt skeið í norðoyggjum, sum hevur til endamál at bjóða børnum og ungum, hvørs foreldur ikki liva saman, í samrøðubólk. Tað er ókeypis at vera við í samrøðubólki og øll børn og ung (frá umleið 8 til 18 ár) kunnu luttaka.

Fríðunn Jacobsen, heilsufrøðingur á skúlaøkinum í norðoyggjum, sigur, at hon í sínum arbeiði sær, at børn hava tørv á at seta orð á og fáa eina fatan av, at tey ikki eru einsamøll við teirra truplu kenslum. Tí vónar hon at fleiri fara at gera brúk av hesum tilboði, sum familjufyrisitingin bjóðar.  

Á heimasíðuni hjá familjufyrisitingini stendur, at samrøðubólkarnir hava til endamáls at geva børnum, hvørs foreldur ikki liva saman, høvi at tosa við onnur børn, sum eru í somu støðu og kunnu hava upplivað nógv av tí sama.

Børnini fáa møguleika at seta orð á tankar og kenslur viðvíkjandi skilnaðinum og tilveruni aftan á skilnaðin. Í samrøðubólkinum hoyra børnini søgurnar hjá hvørjum øðrum. Tey verða soleiðis varug við, at onnur børn hava tað eins og tey, skilja betur viðurskiftini í síni egnu familju og føla, at tey ikki eru einsamøll. Tað kann kennast sum ein lætti hjá barninum at tosa um sína støðu. Børnini verða eisini stuðlað, soleiðis at tey verða betri før fyri at handfara svárar støður, avbjóðingar ella viðurskifti, sum fylgja við tí, at foreldrini ikki liva saman.

Til ber at lesa meira um tilboðið á heimasíðuni: famf.fo/samrodubolkar

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku