Tíðindi

06.09.2021
- Økið kring handils- og íbúðarbygningin Biskupstorg skal gerast meir liðugt

Hetta sigur Gunvá við Keldu, forkvinnu í umhvørvis- og býarskipanarnevndini. Á kunnandi fundi í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini í síðstu viku, varð tikið undir við, at finna eina aðra, endaliga loysn á flísalagnum í økinum kring eystur- og suðursíðuna av bygninginum.

- Tað er ongin loyna, at kringumstøður við Biskupstorg ikki hava verið nøktandi. Loysnin, sum nú er vald, umfatar at taka nakað av flísalagnum uppaftur og leggja annað lag á. Samskift hevur verið við veitara um nýggju loysnina, og eftir ætlan, kemur tilfarið til landið innan einar sjey vikur, sigur Gunvá við Keldu.

Grønu økini skulu samstundis raðfestast

Umhvørvis- og býarskipanarnevndin varð kunnað um, at grønu økini, sum sambært miðbýarætlanini skuldu verða partur av uttanum økinum, somuleiðis verða umfataði av arbeiðinum, ið verður gjørt nú. Peningur er játtaður, og nevndin er samd um, at tann grøni parturin vestanfyri ánna og serliga sunnanfyri brúnna verður gjørdur skjótast gjørligt.

Afturat hesum, verður gongd sett á at rudda úti á sjálvari útfyllingini, so alt økið verður snøggari, sjálvt um tað framhaldandi fer at vera eitt byggipláss í rúma tíð.  

Gunvá við Keldu sigur eisini, at málið um eina parkeringsloysn verður viðgjørd í nevndini í september umfarinum.  

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu