Tíðindi

08.09.2021
Til hundaeigarar at minnast

Í Klaksvíkar kommunu skulu hundar altíð vera í bandi á øllum økjum, sum eru opin fyri vanligari ferðslu. Einastu undantøk eru ásettu innhegnaðu hundaøkini.

Hundar í Klaksvíkar kommunu skulu vera í bandi, eisini sjálvt um eigarin hevur fult tamarhald á hundinum. Hetta staðfestir kunngerð frá 2014, sum kann lesast her: Kunngerð um skyldu at hava hund í bandi

Kenna eigarar tørv á at lata hundin renna leysan, verður víst til ásettu hundaøkini í kommununi – eitt nú úti í Grøv, har innhegnað øki er ætlað hundum at renna leysir.

Umframt at hava hundin í bandi, hava eigarar eisini ábyrgd av at hava posa við og at taka upp eftir sínum hundi.

Í Klaksvík eru nøkur ruskíløt við hundaposum spjødd kring býin til sama endamál. Hesi kunnu eisini brúkast. 

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars