Tíðindi

22.09.2021
Toymisleiðari fyri journal og móttøku

STARVSLÝSING: Klaksvíkar kommuna leitar eftir toymisleiðara til journal og móttøkuna. Starvið verður sett 1. novembur 2021 ella eftir avtalu. Sum toymisleiðari í Miðlan, ið er móttøkan hjá Klaksvíkar kommunu, kemur tú saman við dugnaligum starvsfólkum at mynda, hjálpa og greiða tey viðurskifti og tænastur, sum Klaksvíkar kommuna veitir sínum borgarum og samstarvsfeløgum. Í móttøkuni eru í dag fýra starvsfólk, tvey skrivstovufólk og tveir næmingar.

Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.: 
Sum toymisleiðari kemur tú í tøttum samstarvi við starvsfólkið í Miðlan og umsitingini at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki. Høvuðsuppgávan fevnir um at tryggja, at journalisering verður framd á besta hátt, umframt undirvísing og ráðgeving í 360-journalskipanini. Nýggja dátuverndarlógin setir greið krøv til journaløkið, og tí er neyðugt, at tú kennir dátuverndarlógina og hevur førleika at tryggja, at journaløkið er væl skipað. Og verður tú tí partur av arbeiðsbólki, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av GDPR.
Tín uppgáva verður eisini at skipa arbeiðið í Miðlan sum eina væl virkandi tænastueind, tó uttan at standa við starvsfólkaábyrgdini. Í Miðlan er málsviðgerð, postavgreiðsla, móttøka av viðskiftafólki og telefonmóttøka. Eisini verður tú nevndarskrivari og við í arbeiðinum at avgreiða innlitsumbønir við meira. 
 
Førleikakrøv:

  • Viðkomandi útbúgving, so sum skrivstovufólk og royndir í journalarbeiði og fyrisiting
  • Góðar málsligar førleikar, serliga í føroyskum
  • Royndir innan almenna fyrisiting 
  • Royndir við journalskipanini 360 
  • Kunnleika til GDPR og dátuverndarlógina
  • Royndir at samskipa og samstarva tvørtur um fakøki 

Vit ímynda okkum eitt starvsfólk, sum:

  • Hevur góðan kunnleika og royndir í journalisering
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
  • Er tænastusinnað og álitisfult
  • Tolir at arbeiða undir trýsti
  • Tolir at verða avbrotin í sínum arbeiði
  • Er fyrikomandi og jaligt
  • Er tolið og hevur hegni til frálæru
  • Hevur góð evni at samstarva, samskifta og samskipa
  • Kann leiða og menna arbeiðið í Miðlan. 

Setanarviðurskifti: 
Starvið, sum er 39 tímar um vikuna, verður sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið, lønarflokkur 6. 
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hansinu Joensen, starvsfólkafulltrúa, telefon 410028.

Umsókn
Umsókn við prógvi, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 13.10.2021. Setanarsamrøður verða í viku 42.

 

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her ”Toymisleiðari fyri journal og móttøku".

Onnur tíðindi
23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy

23.04.2024

Okkara framtíðar Klaksvík

23.04.2024

Býráðsfundur mikudagin 24. apríl