Tíðindi

03.11.2021
Reingerðarfólk til Mylnuhúsið

Klaksvíkar kommuna søkir eftir reingerðarfólki til dagstovnin Mylnuhúsið at byrja 1. desembur 2021. Mylnuhúsið heldur til á tveimum bústøðum, Útistovu úti í Grøv, og Mylnuhúsið á Mylnugøtu. Talan er um stovn við einari vøggustovu og tveimun barnagarðsstovum, umframt einum útibarnagarði.  Starvsfólkahópurin telur 14 starvsfólk.

Arbeiðsuppgávur 

  • Daglig reingerð, har reingerðarætlan verður fylgd, umframt høvuðsreingerð.
  • Vaska verður eftir at børnini eru farin heim. 
  • Vasking av moppum, lappum og øðrum er eisini partur av arbeiðnum.
  • Sum persónur ert tú røkin, arbeiðsom/samur og samstarvssinnað/ur.  
  • Starvið tillagar seg nýtsluna á stovninum.
  • Dentur verður lagdur á tað góða samstarvið ímillum øll starvsfólk í Mylnuhúsinum 

Setanarviðurskifti 
Talan er um tímalønt starv á upp til 12 tímar um vikuna, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnu/mannafelag.
Vaskast kann ímillum klokkan 16.30 og 22.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hansina F. Joensen tlf. 225070 ella Maju Højsted á tlf. 237710
Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 17. novembur 2021 

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: ”Vaskifólk til Mylnuhúsið"

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu