Tíðindi

05.11.2021
Reingerðarfólk til Barnahúsið Margit

Klaksvíkar kommuna søkir eftir nærløgdum og álítandi reingerðarfólki til Barnahúsið Margit, at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsuppgávur 
Daglig reingerð, har reingerðarætlan verður fylgd, umframt høvuðsreingerð.
- Vaska verður eftir at børnini eru farin heim, 
- Vasking av moppum, lappum og øðrum er eisini partur av arbeiðnum.
- Sum persónur ert tú røkin, arbeiðsom/samur og samstarvssinnað/ur.
- Starvið tillagar seg nýtsluna á stovninum.
Dentur verður lagdur á tað góða samstarvið ímillum øll starvsfólkini á stovninum.

 

Setanarviðurskifti 
Talan er um tímalønt starv á upp til 20 tímar um vikuna, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnu/mannafelag. Vaskast kann ímillum klokkan 16.30 og 22.00

Møguleiki er eisini at deila arbeiði upp í tvey størv við færri tímum hvør. Viðmerk í umsóknina, um tú ert áhugað/ur í reingerð av øllum dagstovninum, ella einum minni parti.  Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ann Mari Kjølbro, leiðara á tlf. 284530 

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast fríggjadagin 19. novembur 2021. Tú søkir starvi við at trýsta á leinkjuna her: ”Reingerðarfólk til Barnahúsið Margit”.

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku