Tíðindi

17.11.2021
Fíggjarætlanin 2022 til viðgerðar  

Býráðið hevur í samband við fíggjarætlanararbeiðið valt at halda fram við verkætlanum, sum longu eru í gongd, soleiðis at tær vera gjørdar lidnar og koma borgarunum tilgóðar. Harumframt er meira peningur settur av til m.a. vegir og asfalt. Av teimum verkætlanunum, sum verða lidnar í 2022, kann nevnast: rennibreytin, ídnaðarøkið undir Hamri og fyrsti partur av útstykkingini á Fossum, og eisini verður eitt nýtt kappróðrarneyst liðugt um ársskiftið 2022/23.

Býráðið hevur seinasta mánaðin gjørt neyðugar raðfestingarnar á íløgusíðuni í fíggjarætlanini, eftir at fíggjarkarmurin bleiv samtyktur í oktober. Hesar áður nevndu verkætlanir, saman við nýggja mentanarhúsinum og íløgum í samband við tunlarnar norð um Fjall, eru stórur partur av íløgunum á fíggjarætlanini fyri 2022.

Nakrar av teimum verkætlanum, sum standa lidnar í 2022, eru:

  • Ídnaðarøkið við Borðoyarvík, har fleiri nýggj vinnuøkir verða klár í 2022. Har fáa m.a smábátar munandi betri umstøður
  • Fyrstu grundøkini á Fossum verða eftir ætlan tøk móti sumri í 2022
  • Rennibreytin verður tikin í brúk í fyrru helvt av 2022

Av øðrum íløgum fyri komandi ár kann nevnast, at býráðið hevur sett pening av til eitt nýtt kappróðrarneyst og nýtt spælipláss í Ánunum. Kommunan hevur eisini gjørt avtalu um, at kommunan fær stóran part av grótinum (rindar flutningin av grótinum), sum kemur úr tunlunum norð um Fjall, umframt at 12 mió. eru játtaðar til víðari bygging av mentanarhúsinum í 2022.

Býráðsskráin 18. november er tøk her

Í tølum merkir hetta, at inntøkurnar til fíggjarætlanina 2022 eru mettar til 310 mió. kr. Harav er raksturin mettur til 242,4 mió.kr. Í tilmælinum, sum býráðið skal taka støðu til, eru 111,5 mió. kr., settar av til íløgur, harav 33,1 mió. kr. koma frá ætlaðari sølu av fastogn og grundstykkjum. Íløgurnar eru sostatt netto 78,4 mió. kr.

Fíggjarætlanin fyri 2022 vísir sostatt eitt hall á 18,8 mió. kr. Orsøkin til hallið á fíggjarætlanin er, sum áður nevnt, at býráðið hevur avgjørt ikki at steðga teimum verkætlanum, sum longu eru ígongd.

Í fíggjarætlanini sæst eisini, at raksturin er hækkaður við 10 mió. kr. í 2022. Ein orsøk til hækkingina er uppraðfesting á nøkrum økjum. Nevnast kann m.a. asfalteringsarbeiði, vegir og nýggi barnagarðurin á Norðoyri.

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu