Tíðindi

03.03.2022
Starvsfólk til Dr. Margrethu barnagarð

Søkt verður eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum at byrja 1. apríl 2022 ella eftir nærri avtalu. Tímatalið er ímillum 32 og 25 tímar í barnagarðsstovu. Eisini søkja vit eftir sjúkra- og feriuavloysarum. Arbeiðstíðin er millum kl. 07.30 og 17.00.

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fært møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag. Møguleikarnir er nógvir at uppliva í nærumhvørvinum, saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

Stovnurin liggur mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikahallirnar, svimjihøllina, bókasavn og ikki so langt frá fjøru og haga. Hetta eru møguleikar, sum vit brúka nógv.

Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og er lønarstig 11 / 22 og 2 / 8. Um námsfrøðingar ikki søkja starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Umsókn við prógvi, saman við arbeiðsroyndum og møguligum viðmælum, skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi  17. mars 2022 kl. 12.00. Send umsóknina til margretha@margretha.fo.  

Meira fæst at vita um størvini, við at ringja til Marjuna Lassen, leiðara, á tel. 212557 ella varaleiðaran, Hedvig Waagstein, á tlf. 216734.

Dr. Margertha Barnagarður
Gerðagøta  14
Fo 700, Klaksvík
Tel. 455557

Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni  www.margretha.fo 

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku