Tíðindi

29.04.2022
Fráfaringarløta fyri Jóan Hendrik

Seinnapartin í dag var fráfaringarløta fyri Jóan Hendrik, sum takkar fyri seg, nú hann fer frá fyri aldur. Jóan Hendrik hevur seinasti sjey árini starvast sum løgfrøðingur hjá Klaksvíkar kommunu.

Borgarstjórin, Karl Johansen, segði nøkur rósandi orð til hátíðarløtuna, har hann eisini handaði Jóan Hendrik eina gávu og takkaði fyri trúgva tænastu. Røðuna, sum borgarstjórin helt, endurgeva vit her.

***

Góði Jóan Hendrik

Ein stórur dreymur hjá nógvum smádreingjum er at sleppa á landsliðið.

Tað er ikki hjá øllum, at tað bragdar í ungum árum. Men tað er heldur ongin sjálvfylgja, at øll fáa luttøku á serstaka 67-liðnum.

So eg má nokk byrja við at ynskja tær hjartaliga til lukku við úttøkuni.

Vit báðir eru javngamlir, og báðir uppvaksnir í Klaksvík. Hóast tað, so hava okkara vegir ikki krossast, fyrr enn vit gjørdust starvsfelagar her í býráðshúsinum.

Vit hava sjálvandi vitað av hvørjum øðrum, men býurin var øðiliga sundurbýttur, tá ið vit vóru smádreingir.

Man helt seg til tann býarpartin, man búði í, og um frítíðaráhugamálini, ein hevur, ikki krossaðust, ja, so kom man nærum ikki í samband við hvønn annan.

Soleiðis er tað tíbetur ikki í dag.  

***

Tú byrjaði her í býráðshúsinum í 2015. Frammanundan hevði tú starvast sum deildarleiðari í Almennaverkinum, har tað serliga var dagpengaskipanin, sum tú hevði undir hond.

Uppgávurnar her í býráðshúsinum vóru kanska nakað øðrvísi, men starvsfólk í húsinum hava fortalt mær, hvussu stór hjálp tú var, tá ið tú byrjaði í starvinum.

Løgfrøðingur hevði áður ikki verið í húsinum, so uppgávurnar, sum tú varð settur at loysa, vóru skjótt kryddaðar við alskyns løgfrøðiligum ivamálum, sum tú hevur verið serstakliga dugnaligur at loysa.

Tú hevur serlig evnir til at gjøgnumganga mál gjølla. Eisini trupul starvsfólkamál.

Tú dugir væl at finna loysnir, men mest av øllum, so eru tínir starvsfelagar samdir um, at tú hevur serlig evnir til at finna menniskjaligar loysnir.

Vit kunnu øll skriva undir uppá, at tú ert ein sera fittur og fólksligur starvsfelagi, sum eisini er komið týðiliga fram, nú eg hesar seinastu dagarnar havi spurt og prátað við nakrar av tínum starvsfelagum.

Tú fært eitt so sera gott skoðsmál frá teimum, sum eg eisini sjálvur kann taka fult undir við.

Tú ert eyðkendur av einum sera positivum hugburði og einum løttum lyndi, og tí er tað ikki so sjáldan, at vit hoyra tí lætta látur, tá tú ert við í onkrum góðum práti, og ein stuttlig søga verður fortald.

Samstundis ert tú ein av hesum fólkunum, sum vit ofta kalla “tey stillu í landinum”, sum ikki gera nakað burtur úr sær sjálvum og enn minni klamsa við hurðum. Slík fólk hava altíð hugtikið meg, sum stillfør og trúføst gera sína uppgávu til lítar og lata avrikini tala meir enn orðini.

Soleiðis ert tú, Jóan Hendrik, og vit eru heppin at hava havt teg her okkara millum, her tú hevur ríkað okkum og býráðsumsitingina, bæði fakliga og fólksliga.

Takk fyri tað.

***

Tú ert eisini altíð klárur til eitt prát og ert fremsti stuðul, tá ið tað kemur til starvsfólkatiltøk og hugna.

Vit báðir hava verið ein serliga góðan túr saman.

Tað var síðsta summar, tá vit gingu úr Klaksvík til Árnafjarðar.

Fleiri ivaðust í okkara formi, men Jóan Hendrik – eg sigi tað bara akkurát, sum tað er. Tað vóru ikki vit báðir, sum gingu aftast.

***

Seinastu árini hevur tú verið knýttur at smærri innlitsumbønum, havt eftirlit við reglugerðum og politikkum.

Tú hevur verið ein týðandi partur av toyminum í Miðlan og ikki minst ein góður “sparringspartur” hjá okkara unga, dugnaliga løgfrøðingi, Svannu.

Títt minni og tínar drúgvu royndir og holla vitan er ikki at forsmáa og hevur tað eisini verið okkum øllum til gagns.

***

Góði Jóan Hendrik

Takk fyri títt íkast til kommununa.

Takk fyri títt lætta og vinaliga lyndið

Vegna Klaksvíkar býráð vil eg veita tær eina hjartans tøkk.

Og saman við restini av starvsfólkunum vil eg eisini takka tær fyri fyrimyndarliga gott samstarv, og HARRIN signi teg og øll tíni.

Alt tað besta.

Takk fyri.

Onnur tíðindi
24.06.2022

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

24.06.2022

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/­hjálpar­fólki til Snjallubjallu

23.06.2022

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir

20.06.2022

Melda til heilsufótbólt