Tíðindi

03.05.2022
Fríðka um egið nærumhvørvi, trø og runnar

Árliga ruddingarvikan byrjaði í gjár. Gjøgnum vikuna fara skúlar, dagstovnar, býráðslimir, starvsfólk o.o. at rudda ymisk øki í kommununi.

Seinasta fríggjadag heitti kommunan eisini á familjur og einstaklingar um at rudda kring síni egnu hús og í egnum nærumhvørvi. soleiðis at okkara felags umhvørvi verður enn ruddiligari og harvið vakrari og betri at liva, virka og trívast í.

Ein liður í hesi ruddingini er eisini at fríðka um trø og runnar. Fleiri borgarar hava kanska longu klipt av trøum og runnum, og tí vil kommunan heita á borgarar, sum ikki hava fingið stundir til hetta, um at klippa trø og runnar, sum standa fram við markinum til veg og gongubreyt.

Tað hevur týdning, at trø og runnar verða snøggað samsvarandi reglunum á økinum. Klippast skal ájavnt við mark, yvir gongu- og súkklubreyt og vegøksl, og fríhæddin skal vera 2,75 metrar, meðan hæddin yvir koyriveg skal vera 4,5 metrar. Fyrivarni skal takast fyri, at regn kann tyngja greinarnar niður.

Um boðini ikki verða aktað, kann arbeiðið verða gjørt fyri rokning grundeigarans.

 

Kapping: #RuddaKlaksvík

Í ár hava øll tey, sum luttaka við at rudda í kommununi, møguleika at vinna eitt gávukort á 1.000 kr. Klaksvíkar kommuna fer at kasta lut um tvey gávukort á 1.000 kr.

Øll tey, sum leggja eina mynd á Instagram ella Facebook við frámerkinum #RuddaKlaksvík, eru við í kappingini.

 

Borgarar kunnu heinta rusksekkir í Miðlan allar yrkadagar í tíðarskeiðinum 29. apríl til 7. mai. frá kl. 10:00 til 16:00. Heitt verður á fyritøkur og borgarar, um sjálvi at burturbeina ruskið í Endurnýtsluni hjá kommununi, sum er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 16:00 til 19:00 og leygardag frá kl. 13:00 til 19:00.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars