Tíðindi

01.06.2022
Námsfrøðingar til Blákolluna, endurlýsing

Nú hevur tú møguleika at gerast partur av starvsfólkahópinum í Blákolluni, tí vit søkja eftir tveimum ágrýtnum og jaligum námsfrøðingum at byrja 8. august 2022 ella eftir nærri avtalu. 

Vit arbeiða við námsfrøðiliga amboðnum Betri vinir, sum ger tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing við støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. 
Hetta er sostatt eitt gylt høvi hjá tær at nema tær vitan um verkætlanina hjá Barnabata, Betri vini. Tú kemur at ganga á odda við at fáa hetta arbeiðsamboð sjónligt í arbeiðsdegnum og somuleiðis virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur.
Talan er um eitt starv sum námsfrøðingur í vøggustovu við 12 børnum og eitt starv sum námsfrøðingur í barnagarð-stovu við 16 børnum.


Blákollan bjóðar tær

  • At verða við frá byrjan við verkætlanini Betri vinir
  • Ein stovn, har tú kanst seta tín dám á gerandisdagin
  • 48 fitt børn, ið fegin vilja vera kreativ saman við tær
  • Ein góðan starvsfólkahóp og virkið foreldraráð
  • Ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, umframt tíð til fyrireiking


 Vit vænta av tær

  • At tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • At tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • At tú ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
  • At tú kanst menna og stimbra børnini í teirra gerandisdegi
  • t tú ert fleksibul
  • At tú ert nærverandi, vísir áhuga og góðan hugburð til arbeiðið
  • At tær dámar at vera úti og brúka náttúruna sum ein part av arbeiðinum

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um 2 størv sum námsfrøðingur á 30 tímar hvørt. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Meira fast at vita frá Susan Hansen, leiðara, á tlf. 229274.
Tað hevur stóran týdning, at tú sum starvsfólk tolir broytingar, ið koma fyri á stovninum.


Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast hósdagin 30. juni 2022

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Blákolluna

Onnur tíðindi
24.06.2022

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

24.06.2022

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/­hjálpar­fólki til Snjallubjallu

23.06.2022

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir

20.06.2022

Melda til heilsufótbólt