Tíðindi

01.06.2022
Tilboð til ung í arbeiði í summar

Ert tú undir 18 ár? Vilt tú sleppa at royna teg á arbeiðsmarknaðinum? So er Ung í Arbeiði kanska nakað fyri teg.

Í ár verður tað Jógvan Kallsgarð, sum samskipar tilboðið hjá Ung í Arbeiði.

Tilboðið fevnir um tvær skipanir, har onnur er skipað sum eitt summarstav í nakrar vikur, meðan hin er eftir skúlatíð, aftaná summarfrítíðina. Tá kunnu ung hava smá størv eftir skúlatíð í handlum og virkjum í Klaksvík. Talan er tá um tíðaravmarkaði størv hjá privatum fyritøkum, ella á almennnum stovnum í Klaksvík. Her er tað krav at ein er 15 ella 16 ár.

Til summarstørvini í summar hevur kommunan brúk fyri røskum ungum, at loysa ymiskar uppgávur fyri kommununa. Talan er um uppgávur so sum at mála, rudda, sláa gras o.l. Til hesar arbeiðsuppgávur er aldursmarkið yngri enn 18 ár.

Um tú kundi hugsa tær at forvunnið nakrar krónur, so ber til at senda eina umsókn til UíA. Einasta treyt er at tú ert raskur/røsk, ert ímillum 15 og 17 ár (ella undir 18) og ert búsitandi í Klaksvíkar Kommunu.

 

Vilt tú vita meira?

Mikukvøldið, 15. juni verður eitt kunningartiltak um Ung í arbeiði. Tiltakið verður í Finastøðini í Klaksvík fyri ung og foreldur, har kunnað verður um skipanina, og møguleikar, rættindi og skyldur sum ung á arbeiðsmarknaðinum.

Onnur tíðindi
24.06.2022

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

24.06.2022

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/­hjálpar­fólki til Snjallubjallu

23.06.2022

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir

20.06.2022

Melda til heilsufótbólt