Tíðindi

13.06.2022
Hevur tú hug at gerast partur av Ung í Arbeiði í summar? 

- Mikukvøldið 15. juni bjóðar Ung í Arbeiði inn til forvitnisligt tiltak fyri tey, sum fara til arbeiðis fyri fyrstu ferð. Vilt tú vita, hvat tú kanst arbeiða við í summar? Ivast tú í, hvat verður vænta av tær, tá tú fert til arbeiðis? Kom ein túr í Finastøðina og fá svar uppá tað tú ivast í. Tiltakið byrjar kl. 20.00 og øll eru vælkomin. Eisini foreldur.

Skrá:
Jógvan Kallsgarð, samskipari í Ung í Arbeiði, greiðir stutt frá, um hvussu Ung í Arbeiði virkar og hvat UíA fer at arbeiða við í summar.
Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, kemur at greiða frá hvat eitt fakfelag er og um hvørjir rættindir og skyldur ein hevur sum arbeiðstakari.
Beinta Á. Gregersen, leiðari í Húsinum, kemur at fortelja hvat ein arbeiðsgevari ynskir av starvsfólkunum

Onnur tíðindi
24.06.2022

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

24.06.2022

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/­hjálpar­fólki til Snjallubjallu

23.06.2022

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir

20.06.2022

Melda til heilsufótbólt